Keypstreytir

Endurgjaldskrav

Sambært keypilógini  hevur tú rætt til endurgjald ella umvæling um feilur ella mangul er á keyptu vøruni.  T.v.s at vøran kann verða umvæld, endurgoldin ella partvís endurgoldin, um so er at feilur ella mangul eru á vøruni. Tað skal vera týðuligt, at feilurin ikki er komin av skeivari nýtslu ella viðferð av vøruni.

Um trupulleikar eru við einari vøru, set teg so í samband við okkum á t-posti berglon@berglon.fo ella á telefon 773000.

Útbering

Vit senda vørur runt í Føroyum við Posta. Um bíðlagt verður áðrenn kl. 14.00 ein gerandisdag verður vøran borin út dagin eftir, tá talan er um meginøkið.  Uttanfyri meginøkið kann roknast við, at tað tekur 1 dag longur.

Í Føroyum verður vøran send fraktfrítt, um kostnaðurin fyri eina bíðlegging  er yvir 700,00 kr.

Er talan um størri sendingar, yvir 2 kg, seta vit okkum í samband við kundan, og avtala hvussu vøran verður send.

Sent verður eisini til útlandið. Er sendingin yvir 2 kg,  seta vit okkum í samband við kundan.

Afturbering

Um tú angrar netkeypið, ella støddin, liturin ella líknandi ikki er í lagið, hevur tú rætt til at senda vøruna aftur til Berglon, Runavík ella lata hana inn í Berglon, Runavík ella Berglon, Klaksvík innan 14 dagar eftir at vøran er keypt. Vinarliga boða okkum frá á telefon 773000 ella send ein teldupost til berglon@berglon.fo um vøran verður send aftur. Kvittan av keypinum skal leggjast í pakkan.

Sambært iðranarrættinum, tá keypt verður í  nethandli,  verður full upphædd endurgoldin, íroknað møguligan kostnað fyri frakt tá vøran bleiv send. Upphæddin verður flutt aftur til kundan.

Í samband við aftursending, rindar kundin sjálvur fyri at senda vøruna aftur, hetta verður ikki endurgoldið. Vøran skal verða í sama standi sum tá hon bleiv send til keyparan.

Gjaldskort

Tú kanst bert gjalda við gjaldskorti  í nethandlinum hjá okkum. Tað ber ikki til at nýta okkara Gávukort og tilgóðarseðlar.

Vit taka ímóti øllum vanligum gjaldskortum.

Tá tú rindar, skalt tú skriva nummarið sum stendur frammanfyri á gjaldskortinum, dato nær korti gongur út, og tey 3 eftirlitstølini á baksíðuni  á kortinum.

So avgreiða vit títt keyp. Ein fakturi/váttan kemur á tína teldupost adressu. 

 

Vinaliga bíða...