Umbýtingarrættur

Í Berglon í Runavík og Klaksvík býta vit fegin um til aðra vøru, men eftir fylgjandi reglum:

Vøran kann býtast um í báðum deildum.

Umbýtingarseðil skal vera á vøruni, og vøran kann býtast um innan dato, sum er á seðlinum.
Um tú ikki finnur eina nýggja vøru, verður tilgóðarseðil útskrivaður. Hesin er at roknað sum peningur - skal sostatt goymast. Burturblivnir tilgóðarseðlar kunnu ikki útskrivast av nýggjum og eru at meta sum mistur peningur.
Tilgóðarseðilin kann brúkast í 5 ár.

Gávukort

Hjá okkum kanst tú keypa gávukort. Hesi kunnu brúkast í báðum deildum okkara. Tey eru galdandi í 5 ár. Burturblivin gávukort kunnu ikki útskrivast av nýggjum.
sendistovan